Meðan vit eru í gongd við at innkoyra og stilla allar okkara skipanir, verður atgongdin til svimjing í Bylgjuni avmarkað til umleið 60 fólk um tíman. Tískil kann ávís bíðitíð eftir at sleppa at svimja koma fyri.
Haldið okkum til góðar.
Tíðir fyri almennari svimjing
(hyljarnir steingja 30 min eftir at atgongstíðin er endað)
(Øll fólk skulu ver úti úr svimjihøllini 1 tíma eftir at atgongstíðin er endað.)
Mánadag 06:30 – 11.00 og 18.00 – 20.00 ( Frá kl. 18.00 bert 16+)
Týsdag 14:00 – 20.00
Mikudag 06:30 – 11.00 og 18.00 – 20.00 (Frá kl. 18.00 bert 16+)
Hósdag 14:00 – 20.00
Fríggjadag 06:30 – 12.00 og 14.00 – 19.00
Leygardag 07.00 – 16.00
Sunnudag 09.00 – 16.00
Galdandi prísir eru hesir:
Børn (0-15 ár) Ókeypis fram til 1. Mars 2026 (Eftir hetta er tað ókeypis fyri børn í Runavíkar kommunu, sum svimja ókeypis í 2026*)
Vaksin 16+ 50 kr.
Pensiónistar 30 kr.
* Vísandi til gávubræv frá Bónus, sum bjóðar ókeypis svimjing til børn og ung 0-15 ár í eitt ár.
Atgongd til vælveruøkið við stórum heitum hyli, tveimum saunum, dampsaunu og køldum kari krevur eyka atgongumerki. Hetta økið er bert fyri vaksin, 16 ár og eldri.
Vælvera:
Vaksin 60 kr.
Pensionistar 30 kr.
Til morgunsvimjing 6.30 – 8:30 mánadag, mikudag og fríggjadag er atgongd til vælveruøkið er íroknað prísin, og krevur tá ikki eyka atgongumerki.
Fyrstu dagarnar ber bert til at keypa einkult atgongumerki í sjálvgreiðsluni.
Fyrstu dagarnar ber bert til at keypa einkult atgongumerki í sjálvgreiðsluni. Frá mánadegnum ber til at stovna sær ein vanga og keypa klippikort og árskort til svimjing í Byljuni á heimasíðuni https://computicket.dk/runavik

