Nýtsla av svimjihøllini og goymsla av persónligum lutum er eins egin ábyrgd.
Børn undir 8 ár skulu altíð vera undir eftirliti hjá einum vaksnum, sum er í vatninum saman við barninum.
Børn undir 10 ár og børn, sum ikki duga at svimja, skulu altíð hava ein vaksnan við sær inni í svimjihøllini.
Ein kann einans brúka 25 m hylin, uttan at ein vaksin er til staðar, um ein klárar at svimja 25 m uttan hjálp.
Blæubørn skulu vera í bæði svimjiblæu og blæubuksum.
Svimjiklæðini skulu vera rein og gjørd úr nylon, neopren ella líknandi tilfari. Tað er ikki loyvt at hava undirklæðir undir svimjiklæðunum.
Tað er ikki loyvi at taka mat og drekka við inn í svimjihøllina. Vatn er tó loyvt í plastikdunkum.
Tyggegummi, snús, nikotinposar, alkohol og onnur rúsevni eru ikki loyvd at taka við.
Fartelefonir, teldlar, teldur og aðrar elektroniskar útgerðir, sum kunnu taka myndir ella filma við, mugu ikki nýtast inni í svimjihøllini – og sjálvandi heldur ikki nýtast í skiftingarrúminum, útgerðin skal eftirlatast í skápinum. Hetta er galdandi, sama hvat útgerðin verður brúkt til.
Óvarin viðferð av innbúgvinum førir til endurgjaldsábyrgd.
Ávísingar frá starvsfólkinum skulu altíð fylgjast. Vit fyrihalda okkum rættin at vísa brúkarum burtur, um tey ikki halda reglurnar. Í grovari førum kann karantena verða givin frá svimjihøllini.
Óhóskandi, særandi ella hóttandi atferð móti starvsfólki ella gestum førir til burturvísing, og løgreglan verður boðsend.
Persónar, sum starvsfólkið metir at vera ávirkaðir av rúsdrekka ella rúsevnum, verða avvístir.
Herverk og harðskapur verða meldaðir til myndugleikarnar.
Í skiftingarrúminum
Børn frá 8 ár og eldri skulu klæða um í skiftingarrúmi samsvarandi teirra egna kyni. Skiftingarrúm til fólk við serligum tørvi ella familjuskiftingarrúm kann nýtast eftir tørvi.
Áðrenn ein fer í svimjihylin, skal viðkomandi vaska sær væl uttan svimjiklæði. Minnist til at taka møguligt smyrsl av.
Hárið skal eisini vaskast og skolast væl ella skal ein nýta svimjihettu.
Uttanduraskógvar eru ikki loyvdir í skiftingarrúmum og vátøkinum.
Í og við hylunum
Tað er ikki lov at renna.
Harður leikur er ikki loyvdur. T.d. er ikki lov at skumpa onnur út í vatnið, sita á økslunum hjá øðrum, halda fólk niðri undir vatni ella gera “bumbur” frá hylkantinum.
Tað er einans loyvt at kava í tí djúpa endanum í 25 m hylinum.
25 metrar hylur: Man skal klára at svimja 25 metrar uttan hjálparamboð fyri at sleppa í 25 metra hylin.
Rutsjubani
– Man skal vera 6 ár fyri at brúka rutsjibanan einsamallur.
– Man skal vera 6 ár fyri at brúka rutsjibanan einsamallur.
– Aðrar reglur: sitandi ella liggjandi, ein persónur í senn, føturnir fyrst.
Platform
– Plattformin má bara nýtast í teimum ávísu tíðarrúmunum, har hon er opin.
– Man skal hoppa beint fram.
– Bert ein persónur í senn má vera á plattformini.
– Tey, sum bíða, skulu bíða við hylkantin.
– Tá ið man hevur hoppa skal man svimja yvir til tann djúpa endan, bana 6.
Aktivitetshylur
– Í tíðarrúmum við nógvum fólki er atgongdin avmarkað til børn undir 8 ár saman við einum vaksnum, sum er í vatninum.
– Í tíðarrúmum við nógvum fólki er atgongdin avmarkað til børn undir 8 ár saman við einum vaksnum, sum er í vatninum.
Í Wellness-økinum
Atgongd til vælveruøkið krevur, at man er fyltur 16 ár, uttan tá serlig tiltøk eru, har annað er ásett.
Í saununum má eingin húð koma beinleiðis á beinkirnar. Tú skalt altíð sita á einum handklæði.
Viðførd skrubb og oljur/angandi evni mugu ikki nýtast í saunum ella dampbaðum. Einans starvsfólkið hevur loyvi at hella oljur/vatn á saunaovnar.
Vatn kann takast við í plastdunki. Plastdunkurin má ikki takast við inn í saununa.
Reinførisreglur
fólk, sum eru sjúk við smittuberandi sjúkum (t.d. diarré, krím, hálsabruni, eygnabruni, oyraflomma ella húðarbruni, kunnu ikki nýta svimjihøllina.
fólk við smittuberandi gulsott (hepatitis A) í smittufasanum hava ikki loyvi at nýta svimjihøllina.
Fólk við øðrum sløgum av livrarbruna, eins og hepatitis B og C, hava loyvi at nýta svimjihøllina.
Fólk við fótvortum ella fótsvampi kunnu bert nýta svimjianleggið, tá ið teir eru í viðgerð fyri viðkomandi sjúku.
Wc skal nýtast áðrenn tú vaskar tær.
Nýtsla av svimjihøllini er einans loyvd eftir, at man hevur vaskað sær væl við sápu. Húðkrem, hárspray og líknandi skulu somuleiðis vaskast væl av, áðrenn farið verður í hylin.
Eftir at man hevur verið á wc, skal man vaska sær umaftur.
Svimjiklæðir skulu vera rein.
Uttanduraskógvar eru ikki loyvdir á berføttum økjum.