Atgongumerkir og atgongd til svimjihøllina:
Atgongumerkið kann bíleggjast á netinum ella keypast í svimjihøllini. Atgongumerkið er eitt armband. Armbandi gevur atgongd til svimjihøllina og verður brúkt til at læsa skáp. Atgongd til svimjihøllina kann, tá nógv fólk eru, avmarkast til 2 tímar.
Tað ber til at keypa atgongumerki til ein dag, 10-túrakort, 20-túrakort ella mánaðarkort. Sí prísir í talvuni.
Atgongumerkir og atgongd til Sauna & Wellness øki:
Atgongd til saunu:
Saunurnar eru felags, uttan undir morgunsvimjing, tá tær eru býttar eftir kyni. Saunurnar eru í vælveruøkinum, sum er ætlað til vaksin 16+.
Morgunsvimjing og sauna:
Atgongd til vælveruøkið og saunurnar fram til kl. 8:30 er uttan bílegging. Atgongdin er íroknað atgongumerkinum til svimjihøllina.
Aðrar upplatingartíðir:
Atgongd til vælveruøkið og saunurnar í aðrari almennari upplatingartíð er avmarkað til 30 fólk um tíman. Atgongd skal bíleggjast á netinum ella við komu til svimjihøllina. Uppihaldið er avmarkað til 2 tímar.
Kostnaður:
vaksin 16+: 60 kr., umframt atgongumerki til svimjihøllina.
Pensjónistar: 30 kr., umframt atgongumerki til svimjihøllina.
Kostnaðir
| Aldursbólkur | Einkult atgongumerkið | 10 túrar | 20 túrar | Mánaðarkort |
|---|---|---|---|---|
| Børn | 30 | 190 | 350 | 250 |
| Vaksin | 50 | 325 | 650 | 360 |
| Pensionistar | 30 | 230 | 430 | 250 |
