Leyp til innihald
Reglugerð
Svimjihøllin
- Nýtsla av svimjihøllini og goymsla av persónligum lutum er eins egin ábyrgd.
- Børn undir 8 ár skulu altíð vera undir eftirliti hjá einum vaksnum, sum er í vatninum saman við barninum.
- Børn undir 10 ár og børn, sum ikki duga at svimja, skulu altíð hava ein vaksnan við sær inni í svimjihøllini.
- Ein kann einans brúka 25 m hylin, uttan at ein vaksin er til staðar, um ein klárar at svimja 25 m uttan hjálp.
- Blæubørn skulu vera í bæði svimjiblæu og blæubuksum.
- Svimjiklæðini skulu vera rein og gjørd úr nylon, neopren ella líknandi tilfari. Tað er ikki loyvt at hava undirklæðir undir svimjiklæðunum.
- Tað er ikki loyvi at taka mat og drekka við inn í svimjihøllina. Vatn er tó loyvt í plastikdunkum.
- Tyggegummi, snús, nikotinposar, alkohol og onnur rúsevni eru ikki loyvd at taka við.
- Fartelefonir, teldlar, teldur og aðrar elektroniskar útgerðir, sum kunnu taka myndir ella filma við, mugu ikki nýtast inni í svimjihøllini – og sjálvandi heldur ikki nýtast í skiftingarrúminum, útgerðin skal eftirlatast í skápinum. Hetta er galdandi, sama hvat útgerðin verður brúkt til.
- Óvarin viðferð av innbúgvinum førir til endurgjaldsábyrgd.
- Ávísingar frá starvsfólkinum skulu altíð fylgjast. Vit fyrihalda okkum rættin at vísa brúkarum burtur, um tey ikki halda reglurnar. Í grovari førum kann karantena verða givin frá svimjihøllini.
- Óhóskandi, særandi ella hóttandi atferð móti starvsfólki ella gestum førir til burturvísing, og løgreglan verður boðsend.
- Persónar, sum starvsfólkið metir at vera ávirkaðir av rúsdrekka ella rúsevnum, verða avvístir.
- Herverk og harðskapur verða meldaðir til myndugleikarnar.
Í skiftingarrúminum
- Børn frá 8 ár og eldri skulu klæða um í skiftingarrúmi samsvarandi teirra egna kyni. Skiftingarrúm til fólk við serligum tørvi ella familjuskiftingarrúm kann nýtast eftir tørvi.
- Áðrenn ein fer í svimjihylin, skal viðkomandi vaska sær væl uttan svimjiklæði. Minnist til at taka møguligt smyrsl av.
- Hárið skal eisini vaskast og skolast væl ella skal ein nýta svimjihettu.
- Uttanduraskógvar eru ikki loyvdir í skiftingarrúmum og vátøkinum.
Í og við hylunum
- Tað er ikki lov at renna.
- Harður leikur er ikki loyvdur. T.d. er ikki lov at skumpa onnur út í vatnið, sita á økslunum hjá øðrum, halda fólk niðri undir vatni ella gera “bumbur” frá hylkantinum.
- Tað er einans loyvt at kava í tí djúpa endanum í 25 m hylinum.
- 25 metrar hylur: Man skal klára at svimja 25 metrar uttan hjálparamboð fyri at sleppa í 25 metra hylin.
- Rutsjubani
- Man skal vera 7 ár fyri at brúka rutsjibanan einsamallur.
- Aðrar reglur: sitandi ella liggjandi, ein persónur í senn, føturnir fyrst.
- Platform
– Plattformin má bara nýtast í teimum ávísu tíðarrúmunum, har hon er opin.
– Man skal hoppa beint fram.
– Bert ein persónur í senn má vera á plattformini.
– Tey, sum bíða, skulu bíða við hylkantin.
– Tá ið man hevur hoppa skal man svimja yvir til tann djúpa endan, bana 6.
- Aktivitetshylur
– Í tíðarrúmum við nógvum fólki er atgongdin avmarkað til børn undir 8 ár saman við einum vaksnum, sum er í vatninum.
– Í tíðarrúmum við nógvum fólki er atgongdin avmarkað til børn undir 8 ár saman við einum vaksnum, sum er í vatninum.
Í Wellness-økinum
- Atgongd til vælveruøkið krevur, at man er fyltur 16 ár, uttan tá serlig tiltøk eru, har annað er ásett.
- Í saununum má eingin húð koma beinleiðis á beinkirnar. Tú skalt altíð sita á einum handklæði.
- Viðførd skrubb og oljur/angandi evni mugu ikki nýtast í saunum ella dampbaðum. Einans starvsfólkið hevur loyvi at hella oljur/vatn á saunaovnar.
- Vatn kann takast við í plastdunki. Plastdunkurin má ikki takast við inn í saununa.
Reinførisreglur
- fólk, sum eru sjúk við smittuberandi sjúkum (t.d. diarré, krím, hálsabruni, eygnabruni, oyraflomma ella húðarbruni, kunnu ikki nýta svimjihøllina.
- fólk við smittuberandi gulsott (hepatitis A) í smittufasanum hava ikki loyvi at nýta svimjihøllina.
- Fólk við øðrum sløgum av livrarbruna, eins og hepatitis B og C, hava loyvi at nýta svimjihøllina.
- Fólk við fótvortum ella fótsvampi kunnu bert nýta svimjianleggið, tá ið teir eru í viðgerð fyri viðkomandi sjúku.
- Wc skal nýtast áðrenn tú vaskar tær.
- Nýtsla av svimjihøllini er einans loyvd eftir, at man hevur vaskað sær væl við sápu. Húðkrem, hárspray og líknandi skulu somuleiðis vaskast væl av, áðrenn farið verður í hylin.
- Eftir at man hevur verið á wc, skal man vaska sær umaftur.
- Svimjiklæðir skulu vera rein.
- Uttanduraskógvar eru ikki loyvdir á berføttum økjum.