OSS
Generelt
Nær kunnu børn brúka svimjihøllina einsamøll, og hvør hevur ábyrgdina av teimum?
– Børn undir 8 ár skulu altíð vera undir eftirliti hjá einum vaksnum, sum er í vatninum saman við barninum.
– Børn undir 10 ár og børn, sum ikki duga at svimja, skulu altíð hava ein vaksnan við sær inn í svimjihøllini..
– Ein kann einans brúka 25 m hylin, uttan at ein vaksin er til staðar, um ein klárar at svimja 25 m uttan hjálp.
– Tá ið nógv fólk eru í svimjihøllini, er aktivitetshylurin fyri børn undir 8 ár.
Hvør hevur ábyrgdina av børnunum í almennu upplatingartíðunum?
– Øll nýtsla av svimjihøllini er á egna ábyrgd.
– Foreldur hava ábyrgdina av børnunum.
– Ein lívbjargari er til staðar í almennu upplatingartíðunum. Lívbjargarin er lærdur í fyrstuhjálp og í at fyribyrgja vanlukkur.
Hvørji svimjiklæðir eru loyvd?
– Svimjiklæðini skulu vera rein og gjørd úr nylon, neopren ella líknandi tilfari. Serlig krøv eru til svimjiklæðir til børn við blæu.
Pinkubørn og smábørn
Hvørji svimjiklæðir eru loyvd hjá børnum, ið ikki eru reinlig?
– Pinkubørn og smábørn, sum ikki eru reinlig, skulu brúka svimjiblæu og góðkendar neopren svinjibuksur (t.d. Happy Nappy).
– Góðkend svimjiblæa og neopren-svimjibuksur kunnu keypast í svimjihøllini.
Hvar kann mann stilla barnavognin?
– Barnavognurin kann standa í móttøkuni
– Takið bilstól við til tey minstu. Tað ber til at lána ein klappvogn til størri børn.
Kann man taka eitt barn av øðrum kyni við sær inn í skiftingarrúmið?
– Aldursmarkið er 8 ár. Børn yvir 8 ár skulu klæða um í skiftingarrúmi samsvarandi teirra egna kyni.
– Tvey familjuskiftingarrúm eru tøk.
Praktisk info
Eru skáp við lási í svimjihøllini?
– Ja, í skiftingarrúminum eru skáp tøk. Títt atgongumerkið (armband) verður brúkt til at læsa skápið.
– Goymsla av egin lutum og nýtsla av svimjihøllini er á egna ábyrgd.
Nær skal man vera úti úr svimjihøllina?
– Atgongumerkjasølan endar ein tíma, áðrenn svimjihøllin stongir.
– Øll verða biðin um at koma upp úr vatninum 30 minuttir áðrenn svimjihøllin stongir.
– Man skal vera úti úr svimjihøllina, áðrenn hon stongir.
Hvar kann man heinta gloymd ting?
– Gloymd ting verða goymd í ein mánað og kunnu heintast í gloymikassanum í forhøllini.
Hvat kann man læna av svimjiútgerð?
– Svimjiringar og svimjibelti (kunnu bert nýtast innan armlongsfrástøðu frá einum vaksnum svimjara 16+).
– Svimjiplátur og pullbuoys til venjingarsvimjing.
Kann man keypa svimjiútgerð í svimjihøllini?
– Ja, t.d. svimjibrillur, nasaklemmur, oyraproppar, svimjihúgvur, góðkend svimjiklæðir til baby, svimjiklæðir og handklæði.
Kann man taka myndir í svimjihøllini?
– Brúk av fartelefonum og teldlum verður fráboðað av atliti til privatlív.
– Tað er ikki loyvt at taka myndir, uttan tú hevur fingið serliga loyvi frá starvsfólkinum.
Hvussu kann man seta seg í samband við tykkum?
– Telefon: 23 70 01
– Teldupost: bylgjan@runavik.fo
Atongumerki til svimjihøllina
Atgongumerki kann keypast á netinum ella í svimjihøllina. Atgongumerki er eitt armband, sum gevur atgongd til svimjihøllina, og verður brúkt til at læsa skápini. Atgongd til svimjihøllina kann avmarkast til 2 tímar um tað eru nógv fólk í svimjihøllini.
Man kann keypa eina dagsbillett, 10 túrakort, 20 túrakort ella mánaðarkort.
Atgongd til Sauna & Wellness-økið 16+
Atgongd til sauna:
Saunurnar í svimjihøllini eru felags. Undantikið um morgunin, tá nýtslan er býtt eftir kyni. Saunurnar eru í vælveruøkinum, sum er ætlað til vaksin 16+.
Atgongd til saunu og vælveruøkið krevur eyka atgongumerki og er avmarkað til 20 fólk um tíman. Atgongumerkið skal bíleggjast frammanundan. Tó er frí atgongd (16+) undir morgunsvimjing, fram til kl. 8:30.
Morgunsvimjing og sauna:
Atgongd til vælveruøkið / saunurnar fram til kl. 8:30 er uttan bílegging. Atgongdin er íroknað atgongumerkinum til svimjihøllina.
Aðrar upplatingartíðir:
Atgongd til vælveruøkið krevur bílegging á netinum ella í svimjihøllini.
Tú kanst tryggja tær pláss til vælveruøkið við at bílleggja á netinum frammanundan.
Atgongd til vælveruøkið / saunurnar uttan fyri almennari upplatingartíð:
Atgongdin er avmarkað til 30 fólk um tíman. Atgongd skal bíleggjast á netinum ella við komu til svimjihøllina. Uppihaldið er avmarkað til 2 tímar.
Taka tit ímóti reiðum peningi?
– Svimjihøllin er kontantfrí. Allar gjaldingar verða gjørdar við gjaldskortið.
– Man kann bílegja og gjalda atgongumerki á netinum ella í svimjihøllini.
Keyp av atgongumerkjum á netinum ella í svimjihøllini:
– Øll atgongumerkini kunnu keypast á netinum ella í svimjihøllini.
– Atgongumerki er eitt armband, sum skal vísast týðiliga í meðan tú ert í svimjihøllina.
– Einkult atgongumerki kunnu keypast uttan at stovna ein brúkara.
– Túrakort og mánaðarkort krevur, at ein brúkari verður stovnaður.
Keyp av atgonumerkjum á netinum
– Tá ið tú keypir atgongumerki, fært tú eina QR-kotu.
– QR-kotan er galdandi í 2 ár.
– Tú skannar QR-kotuna í sjálvtøkuni í svimjihøllini, og síðani verður eitt armband skrivað út.
Stovna brúkara
– Tað tekur áleið 2 minuttir at stovna ein brúkara á netinum ella í svimjihøllini.
– Tú skalt upplýsa persónsupplýsingar, teldupost/telefonnummar og velja eitt loyniorð
– Tú móttekur eina virkingarkotu á fartelefon ella teldupost.
– Síðani kanst tú keypa túrakort og mánaðarkort og brúka QR-kotuna til at sleppa inn.
Brúk av túrakort / Mánaðarkort
1. Skanna QR-kotuna við automatini (frá fartelefon ella prenaðum pappíri).
2. Rita inn á tín brúkara við automatini….
Hevur tú spurningar?
Sett teg í samband við okkum
